Fótbóltur

Fýra ár síðani B36 var so tætt uppá FM

Meistaraárini í 2011 og 2014 hevði B36 tvey stig fleiri eftir 19 umfør enn nú - meistaraárið í 2015 tvey stig færri enn tey 44, ið liðið hjá Jákup á Borg hevur nú.

B36'arar kundu stórfegnast í Klaksvík í gjárkvøldið - Mynd: Sverri Egholm)

B36'arar kundu stórfegnast í Klaksvík í gjárkvøldið - Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-22 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur ikki tapt í 12 dystum. Í gjárkvøldið vann árstalsfelagið sera týðandi dystin í Klaksvík við tveimum málum heilt seint í dystinum. KÍ varð harvið skúgvað fyribils til viks, og beint nú sær tað út til at gerast ein kapprenning millum B36 og NSÍ. Nógv umfør eru eftir enn, og nógv kann broytast, men B36 hevur sett seg í eina støðu, ið liðið ikki hevur verið í í fleiri ár. 

Frá 2011 til og við 2015 vann B36 trý FM-heiti. Øll árini var B36 oddalið eftir 19. umfar. Bæði í 2011, undir Mikkjali Thomassen, og í 2014, undir Sámal Erik Hentze, var B36 nummar eitt so at siga allan vegin.

[object Object]
(Jákup á Borg var týðandi partur av FM-heitunum í 2011, 2014 og 2015 - spurningurin er, um hann í ár megnar at føra liðið til meistaraheiti sum venjari - Mynd: Sverri Egholm) 

Í 2011 slapp B36 ikki heilt av við EB/Streym fyrrenn móti endanum, og Víkingur var eisini væl við. Liðið sett tó, tað sum tá var metið fyri eitt kappingarár: 67 stig. Fýra ár seinni var HB í hølunum á B36 alt árið - til tíðir tó rímiliga nógv stig aftanfyri. B36 avgjørdi tá, eins og í 2011, FM í næstseinasta umfari.

2015 var nakað ørvísi. NSÍ var oddalið ígjøgnum so at siga alla fyrru hálvu, men í seinasta umfari áðrenn summarsteðgin stakk B36 nøsina frammum, og í 2. hálvu var liðið hjá Eyðuni Klakstein greitt sterkast. 

Eftir 19. umfar: 
2011: 46 stig - 4 stig frammanfyri nr. 2
2014: 46 stig - 7 stig frammanfyri nr. 2
2015: 42 sitg - 2 stig frammanfyri nr. 2

Soleiðis sá tað út í meistaraárunum. Seinastu trý árini er tað bert í 2017, at B36 hevur verið rímiliga væl við seinasta partin av árinum. B36 jagstraði tá Víking, men kom ikki tættari enn fimm stig í endaspurtinum; ein ósigur móti 07 Vestur í 24. umfari gjørdi, at B36 ikki kom uppá - 2 stig. Í fjør og í 2016 var B36 langt burtur, tá seinasti triðingur var farin í gongd, og tá gullið skuldi handast.

Eftir 19. umfar: 
2016: 32 stig - 12 stig aftanfyri nr. 1
2017: 32 stig - 7 stig aftanfyri nr. 1
2018: 34 stig - 15 stig aftanfyri nr. 1

Í løtuni er B36 tvey stig frammanfyri NSÍ. Runavíkingar hava tó leikt ein dyst færri - útsetti dysturin er ímóti KÍ, ið nú er fimm stig aftanfyri B36. Jákup á Borg var við sum liðformaður øll tey trý nevndu FM-árini, so núverandi høvuðsvenjarin veit um nakar, hvussu tað er, at vera í slíkari støðu. Alt bendir á, at B36 fyri fyrstu ferð í fýra ár veruliga verður við í FM-stríðnum allan seinasta partin av kappingarárinum. 

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder