Í kvøld hittust KÍ og B36 til oddadyst í Klaksvík. Lagt var upp til ein sera spennandi dyst, og hóast tað framvegis eru nógv umfør eftir, og tað er so tætt í oddinum, so kundi hetta gerast ein ógvuliga týðandi dystur í mun til, hvar FM fer.
Myndir: KÍ - B36
At nógv stóð uppá spæl merktist eisini; serliga í 1. hálvleiki. Veðrið spældi eisini eitt sindur inn í kvøld. Orsakað av vindinum ið var við Djúpumýru, serliga í 2. hálvleiki, vóru umstøðurnar nakað truplari at spæla fótbólt enn vanligt, og tað var als ikki tann flottasti fótbóltsdysturin. Hetta leggja tey í B36 helst einki í, tí tað vóru teir í hvítum ið skoraðu málini heilt ímót endanum av dystinum
Nógv varð lagt fyri í nærdystinum - Mynd: Sverri Egholm
Av føstu leikarunum hjá liðunum var Simen Sandmæl úti hjá KÍ orsakað av fiburspreinging í baklærinum - Deni Pavlovic hevurframvegis leikbann. Hjá B36 var stinni verjuleikarin Erling Dávidsson úti við skaða
Í 1. hálvleiki var tað heldur varið frá báðum síðum. Tað vóru ógvuliga fáir møguleikar og bert eitt skot uppá mál. Tað hevði KÍ, ið eisini hevði bóltin meira, meðan B36 lá og bíðaði, og dúvaði uppá mistøk og umstillingar. 0-0 var eitt hóskandi úrslit í steðginum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í 2. hálvleiki kom meira inntensitetur á, og B36 søkti meira at. Tað vóru nakrar spentar støður í báðum brotsteigunum men framvegis fáir málmøguleikar. Liðini kundu bæði vera rímiliga nøgd við eitt stig, men í 89 minutti fekk B36 fríspark stutt uttan fyri brotsteigin til vinstru. Tað tók Árni Frederiksberg sær av, og hansara góða vinstra bein sendi B36 á sigurskós.
(Stefan Radosavljevic, málskorarin til 2-0, varð fagnaður eftir seinasta bríksl - Mynd: Sverri Egholm)
KÍ, ið hevði havt eitt lítið trýst frammanundan, satsaði nú alt, og tað kostaði beinanvegin í hinum endnaum. Árni streyk avstð við bóltinum, legði yvirum til ein púra frían Stefan Radosavljevic, ið lukkaði dystin. Ein ómetaliga søtur og umráðandi sigur hjá B36, ið er ósigrað í 12 dystum og hevur fingið sjey stig í trimum oddadystum eftir steðgin.
(Áskoðararnir hjá B36 og venjari teirra kundu fegnast við Djúpumýru í kvøld - Myndir: Sverri Egholm)
KÍ tykist at hava trupulleikar at spæla uttan Simen Sandmæl, og seinastu tveir dystirnar, báðir á heimavølli, hava bert givið eitt stig. Hetta var fyrsti ósigur hjá KÍ á heimavølli í Betrideilini, og mynstrið við at KÍ fær minni burturúr í seinnu hálvu enn í fyrru byrjar at tekna seg. Í 27. og seinasta umfari vitjar Kí og B36 í Gundadali, og um FM ikki er avgjørt áðrenn tá, so kann tann dysturin avgerða tað. Júst nú eru B36 og NSÍ best fyri, meðan hini trý skulu royna at hanga í.
Betrideildin, 15. umfar (Útsettur frá 29/6)
Við Djúpumýrar, 21.08
KÍ - B36 0-2 (0-0)
89' Árni Frederiksberg 0-1
90' Stefan Radosavljevic 0-2
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (84' Steinbjørn Olsen), Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Patrik Johannesen (90' Darius Lewis), Páll Klettskarð (60' Jonn Johannessen)
Gult kort: Ísak Simonsen, Patrik Johannesen
Støðan:
1. B36 (44 stig) 19 dystir
2. NSÍ (42 stig) 18 dystir
3. KÍ (39 stig) 18 dystir
4. HB (38 stig) 19 dystir
5. Víkingur (38 stig) 19 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 19 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 19 dystir
10. ÍF (5 stig) 19 dystir
Komandi umfar - 20. umfar, sunnudagin 25/8:
Tórshavn
|
15:00
|
|||
Fuglafjørður
|
15:00
|
|||
Eiði
|
15:00
|
|||
Skála
|
15:00
|
|||
Argir
|
17:00
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald