Pristina, Kosovo (Portalurin): Juni, 2016 - Frankfurt. Tað var fyrsti dystur hjá Kosovo, síðani FIFA-limaskapin varð staðfestur. Føroyar vóru kosnar sum mótstøðulið. Tað gekk væl hjá Lars Olsen og hansara monnum um hetta mundi, men Kosovo var betra liðið og vann 2-0.
Beint yvir tvey ár seinni hittust tey aftur. Hesaferð í Nations League-dysti í Pristina. Føroyar vórðu aftur veruliga partur av fótbóltssøguni hjá umstrídda landinum á Balkan: Hetta var fyrsti skrásetti dystur hjá Kosovo í landinum, og áskoðarnir á Fadil Vokrri leikvøllinum vóru á gosi. Heimaliðið var eisini greitt omaná, og aftur endaði tað 2-0.
Seinni sama heyst kom Kosovo betri frá byrjan á Tórsvølli við einum dreymahøggi, men eitt føroyskt lið, ið hekk væl saman hendan kalda oktoberdagin, fall ikki í fátt og René Shaki Joensen, ið tá veruliga var í málformi á landsliðnum, skoraði gott mál eftir upplegg frá Gilla Rólantssyni.
Tað endaði 1-1, og harvið hava Føroyar ongantíð vunnið á Kosovo. Hesaferð hevur Kosovo heilt nógvar ungar leikarar við, og málið til dystin í morgin skal í hvussu er vera at reisa seg eftir 5-0 tapið í Kekkia. Føroyar hava eisini ein øðrvísi hóp hesuferð, í mun til vanligt, men nógv spennandi kann verða at síggja í annaðkvøld.
Føroyska liðið hevur verið í heilt góðum umstøðum í Pristina síðani í gjárkvøldið. Seint seinnapartin venur føroyska liðið á Fadil Vokrri leikvøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald