Síðsta vikuskiftið var síðsta umfar í Betrideildini áðrenn summarsteðgin. Harvið eru seks feløg nú farin í summarfrí, meðan fýra onnur fyrireika seg uppá evropeiskar uppgávur.
KÍ skal spæla í Champions League og B36, HB og Víkingur í Conference League. Lutakastini háttaðu seg soleiðis, at trý av hesum liðunum skulu spæla á heimavølli fyrst.
B36 og HB nýta ikki sama heimavøll í hesum umfarinum. HB fer yvir á Tórsvøll, og so tað ber til at spæla dag um dag í høvuðsstaðnum - ymiskar UEFA-reglugerðir eru viðvíkjandi venjing dagin fyri o.s.fr.
Hesir dystirnir verða spældir ávíkavist mikudagin og hósdagin. KÍ spælir týskvøldið í Klaksvík móti ungarsku meistarunum. B36 og HB spæla móti mótstøðu úr Estlandi og Írlandi.
Víkingur byrjar á útivølli. Hetta verður hósdagin seinnapartin í Andorra. Til ber harvið hjá føroyingum at síggja allar dystirnar í fullari longd beinleiðis. Um ikki beinleiðis við leikvallirnar, so í sjónvarpi. Kringvarpið vísir KÍ - Ferencvarosi. Televarpið vísir allar hinir.
Evropeiska skráin hjá føroysku liðunum í næstu viku:
Týsdagin 11. juli - Champions League, Við Djúpumýrar
19.45: KÍ - Ferencvarosi (UNG)
Conference League:
Mikudagin 12. juli - Ovari vøllur í Gundadali
19.00: B36 - Paide (EST)
Hósdagin 13. juli
Estadi Comunal, Andorra la Vella
16.00: Inter Escaldes-Víkingur
Tórsvøllur
19.00: HB - Derry City (ÍRL)
HB er byrjað at selja atgongumerki í dag. Atgongmerkjasølan til dystin hjá KÍ byrjaði í gjár.
Keldur: bolt.fo, Televarpið, UEFA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald