Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til Champions League farin í gongd

Týskvøldið klokkan 19.45 tekur KÍ móti ungarsku meistarunum. Nakrir ymiskir bólkar verða við Djúpumýru, og nógv verður gjørt burturúr.

Ymiskir prísir eru, alt eftir hvar ein ynskir at sita. Langsíðurnar eru dýrast. Eitt familjuøki verður eisini gjørt (Mynd: Sverri Egholm)

Ymiskir prísir eru, alt eftir hvar ein ynskir at sita. Langsíðurnar eru dýrast. Eitt familjuøki verður eisini gjørt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-05 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið tann 11. juli verður UEFA Champions League dystur við Djúpumýru, har føroyameistararnir taka ímóti meistarunum úr Ungarn.

Ferencvárosi TC heldur til í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest. Har búgva slakar tvær milliónir. Talan er um størsta felagið í Ungarn.

Ferencvárosi TC hevur verið at síggja í Champions League bólkaspælinum fleiri ferðir - seinast fyri 3 árum síðan. Heimasíðan hjá KÍ vísir eisini á, at liðið í fjør spældi í Europa League bólkaspælinum, har Ferencvárosi vann bólkin. Felagið hevur vunnið heili 33 meistaraheitir og er harvið mest vinnandi liðið í Ungarn. Meistaraheitið, ið kom í hús fyri stuttum, var tað fimta á rað hjá felagnum.

- Lagt verður upp til enn eitt stórt og spennandi fóltbóltskvøld í Klaksvík. Hetta er fyrri dystur í 1. umfari. Seinni dysturin verður spældur í Budapest vikuna eftir, skrivar ki.fo.

[object Object]
Kí-fjepparar - her til gulldyst í Gundadali í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan verður um eina risastóra uppgávu hjá føroyameistarunum, sum eisini eru greitt á odda í Betrideildini nú. Tí vónar KÍ, at liðið fær nógvan stuðul Atgongumerkjasølan er online, og byrjaði hon í gjárkvøldið. Klaksvíkar Ítróttafelag greiðir soleiðis frá, hvussu tað er skipað.

- Baksíðan verður gjørd til familjuøki og langsíðan, gamla skýlið, verður til aðrar fjepparar annars. Vit gera nógv burturúr fyri at gera heildarupplivingina so góða sum møguligt við tí sum har til hoyrir. Á báðum økjum verður søla av pylsum, góðgæti, øl og sodavatn. Bláa Bylgja hevur eisini fjepparatiltak áðrenn dyst sum kunnað verður meira um seinni.

Harvið verður nakað eyka, í mun til vanligar dystir við Djúpumýru, og tað kostar eisini meira enn til aðrar dystir. Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvar ein ynskir at sita. Langsíðurnar (nýggja og gamla skýlið) eru dýrast - yvir 200 krónur fyri hvørt atgongumerki hjá vaksnum. Aftanfyri málið suðureftir er partvíst gjørt til familjuøkið, og tað kostar ikki tað sama. Bláa Bylgjan, fjepparabólkurin, hevur eisini sítt øki. 

Eitt yvirlit sæst niðast í greinini á ki.fo. Eisini her har tað ber til at keypa atgongumerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder