Annað

Fýra føroyameistarar við til FM í billard í Fuglafirði

Ikki færri enn fýra føroyameistarar vera við til spennandi FM kappingina fyri einstaklingar í billard í Fuglafirði komandi vikuskifti. .

Páll Heri Nolsøe verandi føroyameistari í billard skal verja sítt heiti komandi vikuskiftið. Hóast hann hevur víst seg sum landsins besta spælara, so er greitt, at hann fer at fáa harða mótstøðu. Mynd Jan Müller

Páll Heri Nolsøe verandi føroyameistari í billard skal verja sítt heiti komandi vikuskiftið. Hóast hann hevur víst seg sum landsins besta spælara, so er greitt, at hann fer at fáa harða mótstøðu. Mynd Jan Müller

2025-04-24 16:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir kvalifiseringskappingina seinasta vikuskiftið hava hesir átta av landsins bestu billardspælarum kvalifiserað til finaluna fríggjadagin og leygardagin: Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro, Bjarni Skaalum, Kristian Sune Høgnesen, Niels Nielsen, Urbanus Olsen, Jógvan Jørgensen og Markus Olsen.

Helvtin av spælarunum hava vunnið FM heitið fyri einstakligur fyrr. Teir eru Kristian Suni Høgnesen, Páll Heri Nolsøe, Ólavur Kjølbro og Bjarni Skaalum. Her er vert at nevna, at Bjarni Skaalum, sum ikki hevur verið við í billardkapping í Føroyum nú í mong ár, vann FM heitið í 2006. Verandi føroyameistari er Páll Heri Nolsøe. 

Eingin ivi er um, at vit fara at fáa eina  spennandi og javna kapping við sera góðum billardspæli. Tað hava spælarar sum Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro longu víst í liðkappingini, sum er liðug. Men eisini fleiri av hinum spælarunum hava víst framúr spæl og verður tað eitt "kuriosum" at síggja føroyameistaran frá 2006, Bjarna Skaalum royna seg aftur í eini FM kapping. 

Kappingin fer fram í hølunum hjá Billardfelag Fuglafjarðar. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder