Í dag fara fýra av bestu dartleikarum í Føroyum til Assen í Niðurlondum, har stóra kappingin World Masters verður komandi dagarnar.
Frá hósdegnum til mánadagin verður kappast hvønn dag, og millum annað er atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar upp á spæl.
Kappingin World Masters er størsta kapping av sínum slag, og væntandi vera yvir túsund leikarar úr øllum heiminum við,
Føroya hava fingið tillutað fýra pláss til kappingina, og teir, ið fara at umboða Føroyar eru hesir: Jan Erik Fjallstein, Jan McIntosh, Niels Thomsen og Uni Árting. Við á ferðini verður eisini Annfinn Allansson Hjaltalin, sum er ferðaleiðari og umboð fyri Dartsamband Føroya.
Til ber at fylgja kappingini inni á heimasíðuni dartconnect.tv, og koma eisini úrslit út leypandi á facebook vanganum hjá Dartsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald