Eins og undanfarin ár, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í summar at skipa fyri fótbóltsskúlum.
Skipað verður fyri fýra fótbóltsskúlum í juni, juli og august saman við KÍ, HB, B68 og FC Hoyvík, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Tann fyrsti fótbóltsskúlin verður í Klaksvík 21. og 22. juni. Eina viku seinni, 28. og 29. juni verður fótbóltsskúlin í Havn, meðan fótbóltsskúlin í Hoyvík verður 2. og 3. august.
Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður yvir fýra dagar. 31. juli og 1. august fyri U11 og U13, og 2. og 3. august fyri U7 og U9.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum í aldurinum sjey til 13 ár (fødd í 2011 til og við 2017).
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv. Tilmelding og nærri kunning um fótbóltsskúlarnar fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald