Tað er nú, at teir heilt stóru dystirnir í HM-endaspælinum koma. Hálvfinalurnar verða í næstu viku og finalan næsta sunnudag, men fyrst eru tað fjórðingsfinalur í dag og í morgin.
Brasil bergtók í fyrra hálvleiki móti Suðurkorea og er størsti HM-favoritturin. Liðið er fylt við stjørnum og arbeiðsmonnum og skal nú kveistra stríðsfúsu kroatarnar burtur. Rákið hjá liðnum hjá Zlakto Dalic er, at man kemur í longda leiktíð í hesum HM knock-out dystunum, men hetta verður ein stórur biti at svølgja hjá Modric og hinum.
Brasiliumenn kundu fegnast um fýra mál í áttandapartsfinaluni
Modric og liðfelagirnir til seinastu venjingina undan stóra dystinum. Í 2018 kom Kroatia heilt til finaluna og hevur tvær ferðir verið millum tey seinastu fýra í HM (Myndir: EPA)
Argentina og Niðurlond bresta saman í kvøld. Hesi londini hittust í HM-finaluni í 1978 í Argentina, har heimaliðið vann eftir longda leiktíð, og júst í fjórðingsfinaluni í 1998 í Fraklandi, har Dennis Bergkamp seint í dystinum skoraði eitt frálikt mál og harvið sendi hollendingar víðari. Argentina og Niðurlond spældu eisini í hálvfinaluni í 2014. Tá dró Argengina longra stráðið við sigri í brotssparkskapping.
Nú skal Messi royna at longja um sína HM-tíð. Lagt er upp til ein tættan dyst, har Argentina er ein lítil favorittur á pappírinum, men tað eru nøkur rímiliga stór ivamál í hópinum (Angel Di Maria, Lautaro Martinez og Rodrigo de Paul), og Niðurlond og van Gaal komu í hálvfinaluna í 2014.
HM-fjórðingsfinalur
Í dag, fríggjadagin 09.12:
15.00: Kroatia - Brasil
19.00: Niðurlond - Argentina
Í morgin, leygardagin 10.12:
15.00: Marokko - Portugal
19.00: Ongland - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald