Fýra dystir í Premier League vórðu leiktir í kvøld. Talan var um fyrstu dystirnar í 28. umfari. Tað var í botnstríðnum, at nógv var uppá spæl. Tvey av liðunum ið kundu verið av álvara íblandað vunnu góðar sigrar, Newcastle vann týðandi sigur á kappingarneyta á heimavølli, og Huddersfield tryggjaði sær eina lívlinju við málið í yvirtíðini.
Cardiff - Everton 0-3 (0-1)
Huddersfield - Wolves 1-0 (0-0)
Leicester - Brighton 2-1 (1-0)
Newcastle - Burnley 2-0 (2-0)
Í Norðuronglandi hittust tvey lið, ið vóru stutt omanfyri strikuna undan fyrsta bríksli í kvøld. Burnley kom við einum frálíkum sigri á Tottenham í viðførinum, men Newcastle var omaná í 1. hálvleiki. Liðið hjá Rafa Benitez skoraði eisini bæði málini í dystinum fyri steðgin. 1-0 málið var ein langskotsperla frá Fabian Schär. Sveisiski verjuleikarin høgdi til úr áleið 30 metrum, og hann hevur nú skorað fleiri týðandi mál fyri Newcastle. Í 38. minutti økti Sean Langstaff. 21-ára gamli miðvallarin fekk eitt innlegg úr vinstru, ið hann hegnisliga tók niður, og hann smekkaði sítt fyrsta Premier League mál inn. Í 2. hálvleiki royndi Burnley at svara aftur, men heimaliðið helt fast, og Newcaslte er nú á 13. plássi.
Í Wales skoraði Gylvi Sigurðsson tvær ferðir, tá Everton syrgdi fyri, at Cardiff hevur latið 8 mál innan eina viku, og at Everton ikki gerst íblandað í botnstríðið.
Tað ger Leicester helst heldur ikki, tí liðið vann fyri fyrstu ferð síðani 1. januar, tá Brighton var á vitjan. Felagið hevur í kvøld sett Brendan Rodgers sum nýggjan høvuðsvenjara, og málini hjá Demari Gray og Jaime Vardy gjørdust avgerandi í dystinum kvøld.
Huddersfield er botnproppur, men fekk ein góðan sigur í kvøld ið kann geva liðnum vón. Tað var Steve Mounie, sum í yvirtíðini skoraði einsamalla málið og sendi Wolves heim við ongum.
Í morgin eru seks dystir í 28. umfari, har serligt fokus er á oddastríðið og topp-fýra, men har ein ógvuliga týðandi dystir í Southampton eisini er á skránni:
19.45: Arsenal - Bournemouth
Southampton - Fulham
20.00: Chelsea - Tottenham
Crystal Palace - Manchester United
Liverpool - Watford
Manchester City - West Ham
Støðan:
1 |
Liverpool |
|
66 stig |
2 |
Manchester City |
|
65 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
60 stig |
4 |
Arsenal |
|
53 stig |
5 |
Manchester United |
|
52 stig |
6 |
Chelsea |
|
50 stig |
7 |
Watford |
|
40 stig |
8 |
Wolverhampton * |
|
40 stig |
9 |
Everton * |
|
36 stig |
10 |
West Ham |
|
36 stig |
11 |
Leicester * |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Newcastle * |
|
31 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
30 stig |
15 |
Burnley * |
|
30 stig |
16 |
Brighton & Hove Albion |
|
27 stig |
17 |
Cardiff * |
|
25 stig |
18 |
Southampton |
|
24 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town * |
|
14 stig |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald