Fótbóltur

Føroyskur venjari fyri fyrstu ferð í 16 ár

Tað var 22. mars 2009, at Heðin Askham og Jens Martin Knudsen stóðu á odda fyri føroyska manslandsliðnum í venjingardysti í Íslandi. Árini áðrenn tað var Jógvan Martin Olsen fastur venjari - nú eiga Eyðun Klakstein og toymi tørn.

Eyðun Klakstein undan venjingini í Kekkia í gjár, har hann og lið nú fyrireika seg til stóra uppgávu (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein undan venjingini í Kekkia í gjár, har hann og lið nú fyrireika seg til stóra uppgávu (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-21 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í søguni hjá føroyska manslandsliðnum hevur tað verið óvanligt, at føroyingar hava staðið við róðrið.

Undan altjóða limaskapinum vóru tað oftast íslendingar, danir ella sviiar, sum stjórnaðu liðnum.

Íslendski Páll Guðlaugsson var tann fyrsti venjarin í "nýggja tíðarskeiðnum". Danirnir Allan Simonsen og Henrik Larsen, sum høvdu ritað síni nøvn inn á altjóða pallin frammanundan, komu aftaná. 

Í 2006 vóru tó nýggjar tíðir. Toftamaðurin Jógvan Martin Olsen hevði leingi verið hjálparvenjari á landsliðnum, áðrenn hann tók við sum høvuðsvenjari. Ein undankapping og síðani teir báðir fyrstu dystirnir í undankappingini til HM 2010 gjørdist tað talan um, áðrenn sáttmálin gekk út í 2008.

[object Object]
Mynd: Jógvan Martin Olsen (t.h.) her saman við Eyðuni Klakstein til eitt venjaraskeið

Sí eisini: Video: - Dreymurin hjá Geza vorðin veruleiki

Síðani kom ein útlendingur aftur til - ella har var líka ein venjingardystur ímillum har.

22. mars 2009 spældu Føroyar og Ísland í Kórinn-høllin. Heðin Askham, sum tá var U21-landsliðsvenjari, og Jens Martin Knudsen, sum áður hevði verið hjálpavenjari stóðu á odda, og vunnu 2-1.

Frá fyrsta dystinum hjá Brian Kerr seinni tað árið gingu 120 landsdystir til Føroyar aftur høvdu føroyskar venjarar. Eftir at Lars Olsen hevði verið venjari í átta ár og Håkan Ericson í yvir fýra ár, stóðu Eyðun Klakstein og Atli Gregersen á odda í Armenia og Norðurmakedónia í november. Føroyar vunnu fyrra dystin og tryggjaðu sær harvið plássið í Deild C í Nations League.

Í morgin verður fyrsti dystur hjá Eyðun Klakstein sum fastur føroyskur høvuðsvenjari - tann fyrsti slíki í beint yvir 16 ár. Og fyrsti undankappingar dysturin hjá føroyska toyminum verður júst 16 ár eftir, at Føroyar vunnu 2-1 í Íslandi við fyribils føroyskum venjarum.

[object Object]
Eyðun Klakstein í Kekkia

[object Object]Atli Gregersen er hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ungi Saltnes-maðurin, Jákup Reinert Højgaard, er eins og november í toyminum sum fyrst og fremst greinari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Vágbingurin Magni Mohr er, eins og í undanfarna toymi, fysisikur venjari. Ungarski gøtumaðurin Geza Tamas Turi helt fram sum málmansvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Føroyingar eru komnir fram í Kekkia

Sí eisini: Rugby - og síðani føroysk landsliðsvenjing

Føroyar og Kekkia spæla klokkan 19.45 í morgin. Talan er um 1. umfar í undankappingini til HM 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder