Fótbóltur

Video: Dreymurin hjá Geza vorðin veruleiki

Hetta er ordiliga stórt. Verður torført at sláa spælarar sum Brand og Hall av, men eg fari at gera mítt fyri landið, tá eg fái møguleikan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-20 23:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hradec Karlove, Kekkia (Portalurin) Eftir drúgva bíðitíð kom passið og harvið rætturim at spæla fyri Føroyar loksins uppá pláss seint í fjør.

Geza David Turi varð úttikin fyrstu ferð møguleikin var - har var einki at bíða við, staðfesti Eyðun Klakstein beint eftir úttøkuna.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta eisini hóast Geza er komin heldur seinni í gongd í Grimsby enn ætlað; við tað at arbeiðsloyvi. Ungarskt føddi gøtumaðurin er tó komin inn í professionella gerandisdagin í Onglandi; hann hevur fingið fyrstu minuttirnar, og kennir seg vælkomnan.

Hoyr Geza David Turi greiða frá tí og tað at koma á føroyska landsliðið ovast.

Sí eisini: Myndir: Rugby - og síðani føroysk landsliðsvenjing

Hann kann fáa sín fyrsta landsdyst leygarkvøldið, tá Kekkia tekur ímóti í fyrsta HM-undandystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder