
Hradec, Karlove (Portalurin): Her er friðarligt, og tað andaði ikki beinleiðis av fótbolti við graslíkisvøllin stutt frá stóra leikvøllinum, har Føroyar leygarkvøldið seta hol á EM-undankappingina.
Har var ein Rugby-venjing við sjey fólki, og síðani vórðu fleiri ljós tendrað: Manslandsliðið hjá Føroyum var á veg.
Tað var upphiting við fysiska venjaranum Magna Mohr, síðani hevði hjálparvenjarin Atli Gregersen eitt alveringspæl, áðrenn farið varð til tvey lið og yvirtal. Hetta stýrdi høvuðsvenjarin Eyðun Klakstein.
Venjingin var nakað undir ein tíma. Spælararnir skuldu líka í gongd við at flyta kroppin eftir longu ferðina her til.
Sí eisini: Føroyingar eru komnir fram í Kekkia
Summi hildu, at har var heldur kalt. So er spurningurin, hvørja móttøku Føroyar fáa frá kekkum lyegarkvøldið klokkan 19.45.
Venjing er aftur á skránni í annaðkvøld - sí myndir frá venjingini, sum Sverri Egholm tók í kvøld niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald