Hondbóltur

Fyrireika seg nú til dystirnar móti Finnlandi og Ísrael

EM-undan-undankappingin verður í Føroyum fyrst í juni mánað.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-17 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti er nú farið undir fyrireikingarnar til undan-undankappingardystirnar til EM.

Í døgunum verður EM-undan-undankapping fyri kvinnur í Føroyum, har Føroyar skulu spæla móti Finnlandi og Ísrael. Vinnarin av kappingini fær so pláss í bólkaspælinum til EM-undankappingina í heyst.

Kvinnurnar eru farnar undir fyrireikingarnar og venja regluliga saman fram til kappingina, skrivar Hondbóltssambandið.

Venjarar hjá kvinnulandsliðinum eru Dragan Brljevic og Finnur Hansson.

Leikskráin fyri kappingina í juni sær soleiðis út:

  • Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30: Føroyar – Finnland
  • Leygardagin 5. juni kl. 18.00: Finnland – Ísrael
  • Sunnudagin 6. juni kl. 16.00: Føroyar – Ísrael
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder