Fótbóltur

Myndir: Fyrireika seg til at leggja afturat sínari stoltu søgu

B36 hevur ólavsøku/evropeiskan heimadyst í annaðkvøld, og skal royna at taka stórt fet ímóti at koma víðari fyri 11. ferð í Evropa.

B36-hópurin hevði fyri løtu síðani sína seinastu venjing undan Conference League-dystinum móti Haverfordwest AFC úr Wales. Talan er um fyrra dystin í 2. umfari. So at siga allir spælarar eru tøkir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36-hópurin hevði fyri løtu síðani sína seinastu venjing undan Conference League-dystinum móti Haverfordwest AFC úr Wales. Talan er um fyrra dystin í 2. umfari.

Í senastu viku kom B36 víðari fyri tíggjundi ferð í Evropa. Nú skal liðið hjá Dan Brimsvík royna at leggja afturat.

So at siga allir spælarar eru tøkir, og vónirnar eru góðar í B36-leguni. Fyrsta bríksl verður klokkan 19. Til ber at keypa atgongumerki her. Undan dystinum verður upphiting við millum annað tónleikabólkinum RSP. Dysturin sæst annars í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder