Fótbóltur

Fyrireika seg til seinastu landsdystirnar í ár

Nakrar broytingar eru í hópinum, í mun til tá hann varð úttikin. Gunnar Nielsen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Ári Mohr Jónsson hava ikki vant í dag, tí teir bíða eftir svari uppá koronakanning.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-09 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í oktober, skal føroyska A-landsliðið hjá monnum spæla tríggir landsdystir innan eina viku. Eins og tá verður byrja við einum venjingardyst, áðrenn liðið hjá Håkani Ericsson skal spæla tveir UEFA Nations League-dystir.

Í morginárini fer føroyska ferðalagið til Litava, har venjingardystur verður leiktur mikukvøldið.  Síðani gongur leiðin til Lettlands, har dystur er á skránni leygarkvøldið. Týsdagin endar landsliðsárið hjá føroysku monnunum á Malta

Í morgun restitueraði helmingurin í fitneshølinum, meðan hin helmingurin vandi lætt á Tórsvølli. Tá varð millum annað funnið útav, at baklærið hjá Heina Vatnsdal ikki var í nóg góðum standi til komandi dystirnar. Í hansara stað er komin Bartal Wardum, ið vandi við á Tórsvølli í kvøld.

Les eisini: Bartal við ístaðin fyri Heina

Tað gjørdu Gunnar Nielsen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Ári Mohr Jónsson ikki. Orsøkin er, at hesir útisetarnir ikki høvdu fingið svar uppá koronakanningarnar. Jóan Símun Edmundsson er ikki við orsakað av sóttarhalsreglunum í Týskalndi, Andreas Lava Olsen hevur givið avboð, og harvið er Hilmar Leon Jakobsen við á A-landsliðnum á fyrsta sinni. Tað er Magnus Holm Jacobsen eisini.

Patrik Johannessen stóð í renniskóm og hugdi at í kvøld, meðan liðfelagairnir vandu í áleið 100 minuttir. Tvøramaðurin í KÍ hevur seinastu tíðina havt trupulleikar við fótinum, og mett varð, at tað var best, at álopskendi leikarin hevði frí í dag. Hann verður tó helst tøkur til dystin mikukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder