Fótbóltur

Fyriskipan av NM í fótbólti gekk upp á stás

FSF skipaði fyri, í góðum samstarvi við HB, B36 og AB, fyri NM-kapping fyri U17 landslið við drenigjum.

Mynd: Heri Joensen

Mynd: Heri Joensen

2018-08-20 22:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í døgunum 5. til 11. august var Fótbóltssamband Føroya vertur fyri NM-kappingini hjá U17-landslið við dreingjum. Átta lond luttóku í kappingini, sum bleiv spæld frá sunnudegi til leygardag. Tey luttakandi londini vóru tey seks norðurlondini, Ísland, Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Føroyar, meðan Norðurírland og Kina vóru gestalond.

- Vit vóru væl fyrireikaði upp á kappingina, tí vit hava leingi vitað, at tað er okkara túrur at verður vertur nú. Tí var ongin trupulleiki við innivisti ella gisting hjá nøkrum av londunum, hóast talan hevur verið eina meiri umfatandi kapping enn seinast, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Teir 16 dystirnir blivu spældir á Tórsvølli, á Ovara vølli í Gundadali og á Argjum. Tað hevur verið ein avbjóðing, at gamal FSF-húsið er tikið niður,  tí tað skal byggjast upp av nýggjum. Í FSF eru tey væl nøgd við samstarvið við AB, B36 og HB, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

- Vit eru sum heild væl nøgd við fyriskipanina av NM-kappinging. Vit hava fingið fleiri jaligar afturmeldingar frá londunum. Nakrar avbjóðingar vóru við at fáa alt at passa saman, tá átta landslið skulu venja, eta og koyrast, men við góðari hjálp frá okkara veitarum, so gekk hetta væl, sigur Andrass Thomsen, landsliðs-samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Norðurlandameistarakappingin verður í Føroyum aftur um seks ár. Árliga kappingin verður hildin upp á skift í øllum seks norðurlondunum. Føroyar blivu nummar seks í kappingini hesaferð. Ísland gjørdist vinnari fyri bara aðru ferð í søguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder