Í Betrideildini er KÍ ovast. Eftir átta umfør hevur liðið hjá Mikkjal Thomasen ongan dyst tapt, og klaksvíkingar hava fýra stig niður til nummar tvey og trý á stigatalvuni. HB er átta stig aftanfyri; á 6. plássi við 12 stigum. Hetta er nakað frá støðinum í fjør, har Heimir Guðjónsson og hansara menn fingu heili 73 stig og bert fóru av vøllinum tríggjar ferðir uttan at vinna. Í ár hevur HB tríggjar sigrar í Betrideildini.
Nú er landskappingin løgd til viks eina løtu, og fokus hjá stórfeløgunum er nú á at spæla seg í finaluna. Einki verður avgjørt í kvøld, men útgangsstøði hevur nógv at siga hjá liðunum.
KÍ hevur skorað heili 23 mál í Betrideildini (næstan 3 í miðal) og 17 í tveimum dystum í steypakappingini - 1/8-finalan var móti Undrinum úr 2. deild, og í 1/4 finaluni fór dysturin út í longda leiktíð, og B36 spældi við tíggju monnum seinastu 40 minuttirnar. Nú skal KÍ aftur til høvuðsstaðin í Kappingini um Løgmanssteypið, og júst tað at skora mál er ein umráðandi faktorur, tí útivallarmál kunnu fáa nógv at siga í líkningini.
HB hevur ikki heilt funnið stevið í ár, men hóast gongdin bendir á, at KÍ er favorittur, so verður allarhelst talan um sera tættar hálvfinalur. HB tapti finaluna á ótrúligan hátt fyri grannunum í fjør, og svongdin at røkka finaluni og vinna hana í ár er helst sera stór.
Í 1. umfari í Betrideildini leiktu liðini 0-0 javnleik í Klaksvík. Seinast arvafíggindarnir hittust í steypakappingini var í 2012, tá HB vann 5-3 eftir longda leiktíð í undirhaldandi dysti við Djúpumýru.
Fyrsta bríksl í kvøld er klokkan 18.00. Eiler Rasmussen dømir dystin í Gundadali. Til ber at fylgja við gongdini í fyrru hálvfinaluni á forsíðu okkara.
Fótbóltur
Fyrri klassikarin verður í kvøld
Arvafíggindarnir skulu kappast um annað finaluplássið í Kappingini um Løgamanssteypið, og Gundadalur verður karmur um fyrra dystin.
KÍ og HB hittust í mars - Tá endaði tað málleyst (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-05-08 13:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald