Fótbóltur

Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum í kvøld

EBS/Skála og HB spæla á Skála, meðan KÍ og NSÍ bresta saman við Djúpumýru í hinari hálvfinaluni.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-15 16:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt gott útgangsstøðið skal leggjast tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar í kvøld.

EBS/Skála hittast í aðrari hálvfinaluni á Skála meðan KÍ og NSÍ bresta saman í hinari.

Helst eru tað røttu liðini, sum hava vunnið seg í hálvfinalurnar, tí talan er um topp fýra í landskappingini, sum brestir saman. KÍ og NSÍ liggja ávikavist á fyrsta á øðrum plássið og HB og Skála liggja á triðja og fjórða plássið.

Báðir dystirnir verða leiktir klokkan 19.

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar leygardagin 1. oktober. Steypafinalan hjá kvinnum verður 29. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder