Fótbóltur

Fyrru hálvfinalurnar verða í kvøld

Stórur spenningur er serliga í uppgerðini ímillum KÍ og HB.

Eyðvør Klakstein og KÍ taka í kvøld ímóti HB í fyrru hálvfinaluni - (Mynd: Klaksvíkar Ítrottarfelag/Eybii Myndir)

Eyðvør Klakstein og KÍ taka í kvøld ímóti HB í fyrru hálvfinaluni - (Mynd: Klaksvíkar Ítrottarfelag/Eybii Myndir)

2019-08-01 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani vann KÍ 3-2 í undirhaldandi dysti við Djúpumýru. Hetta sendi klaksvíkskvinnur uppá 1. pláss og HB seks stig afturum. 

Les meira: KÍ setti HB fyribils av í oddastríðnum

Í kvøld hittast liðini aftur á nýggja graslíkinum í Klaksvík - hesaferð til fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Heldur løgið tykist tað, at hesi liðini hittast, tí KÍ og HB vunnu hvør sín undanbólk, men tá lutakast var til hálvfinalurnar, var hvørgan av liðunum seedaði, og HB kom úr bollanum beint eftir KÍ. Harvið verður vinnarin av hesari uppgerðini stórfavrorittur í finaluni. Tað skal tó nakað til at koma í finaluna; væntast kann, at hálvfinalurnar verða sera tættar, og helst verður einki avgjørt í kvøld. Í fjør var tað undirhaldandi, tá HB var omaná og vann samanlagt 9-6 og harvið spældi seg í finaluna, ið EBS/Skála vann 2-1.

Tað er eisini heldur løgið og óheppið, at dysturin í Klaksvík liggur júst í kvøld. Eins og við oddadystinum í seinastu viku ímillum liðini, verður leikt samstundis sum  dysturin hjá monnum hjá KÍ í Europa League ímóti Luzern. Hesaferð spælir KÍ á Svangaskarði klokkan 18, og harvið er sannlíkt, at nógvir áskoðarar eru mistir orsakað av tíðarásetingini av dystinum.

Á Eiði er eisini talan um eina endurtøku av dystinum í 14. umfari fyri viku síðani. Tá endaði tað 3-2 til útiliðið í Gundadali. Júst EBS/Skála er tvífaldur greipuvinnari og skal royna at koma í triðju steypafinaluna á rað. Liðið hevur tó ikki somu styrki sum í fjør og verður undirtippað í einari møguligari finalu. Tó so hevur EBS/Skála fyri kortum fingið Onnu S. Hansen, Margunn Lindholm og Ansy Sevdal Jakobsen aftur í hópin. B36 kann avgjørt geva EBS/Skála høvuðbrýggj í hálvfinalunum. 

Klaksvík
19:15
Eiði
20:00

(FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder