Mitt í landskappingarmeldrinum - har tað er tætt og spennandi í bæði Betrideildini og í 1. deild - skulu tær báðar fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum spælast í morgin
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í morgin, mikudagin 29.05
16.30: TB - B36
18.30: HB - Víkingur
Øll fýra liðini spældu leygardagin, og hava seinastu dagarnar hugsavna seg um steypauppgávurnar.
B36 er samanlagt stórfavorittur ímóti TB, men 1. deildarliðið hevur heimavøll í morgin og møguleika at í minsta lagi skaka B36 nakað. Liðið hjá Dan Brimsvík er í trupulleikum í landskappingini - í løtuni fýra stig frá einum evropeiskum plássi. TB hevur ikki tapt ein dyst í nærum tveir mánaðir og sló B68 út í fjórðingsfinaluni. Tað verður helst serlig huglag við Stóra í Trongisvági í morgin.
HB er steypavinnari og hevur í ár bert tapt ímóti einum liði: Víkingi. Hetta var á útivølli - nú vitjar Víkingur til fyrru hálvfinaluna, har útgangsstøði er eitt lyklaorð. Bæði liðini hava 30 stig av 33 møguligum í landskappingini, og tað skal vera heilt løgið, um hetta ikki verður ein spennandi uppgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald