Fótbóltur

Fyrrverandi Manchester United leikari til FCK

Danska stórfelagið styrkir um høgrabakkin.

Guillermo Varela

Guillermo Varela

2018-12-21 10:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska stórfelagið FCK hevur styrkt um høgrabakkin. Felagið hevur keypt fyrrverandi leikaran hjá Manchester United Guillermo Varela.

25 ára gamli Guillermo Varela skiftir frá Penarol í Uruguay til FCK, og hevur skriva undir sáttmála fram til 2023.

Varela byrjaði yrkisleiðina í Penarol, og skifti til Manchester United í 2013. Hann spældi fýra dystir fyri enska stórfelagið, áðrenn hann varð leigaður út til týska Eintracht Frankfurt, og Castilla, sum er eykaliðið hjá Real Madrid. Varela skifti aftur til Penarol í 2017.

Varela spældi tveir dystir fyri Uruguay til HM í Russlandi í 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder