Fótbóltur

Fyrsta evropeiska finalan verður spæld í kvøld

Atalanta og Bayer Leverkusen jagstra bæði sítt fyrsta evropeiska steyp. Europa League-finalan verður spæld klokkan 20 í Dublin.

Xabi Alonso og hansara menn kunnu hesa vikuna seta punktum fyri einum nærum ótrúligum kappingarári (Mynd: EPA)

Xabi Alonso og hansara menn kunnu hesa vikuna seta punktum fyri einum nærum ótrúligum kappingarári (Mynd: EPA)

2024-05-22 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Europa League-steypið er uppá spæl í írska høvuðsstaðnum í kvøld. Tey bæði liðini, sum skulu stríðast um tað, hava ongantíð áður vunnið eitt evropeiskt steyp.

Bayer Leverkusen var nær við í 2002. Tá var Real Madrid tó sterkari í Champions League-finaluni í Skotlandi. Um sama mundið misti Leverkusen týska meistaraheitið og tapti steypafinaluni.

2023-2024 kann tí venda hesum á høvdið. Liðið hjá Xabi Alonso hevur langt síðani tryggjað sær týska meistaraheitið. Bayer Leverkusen er ikki bert ósigrað í Bundesliguni í kappingarárinum - man hevur ikki tapt ein einasta dyst. Leygarkvøldið skal Leverkusen spæla steypafinalu móti Kaiserlautern.

Í kvøld snýr tað seg um eitt evropeiskt steyp. Mótsstøðuliðið Atalanta hevur ikki vunnið eitt stórt steyp síðani Coppa Italia í 1963.

Liðið hjá Gian Piero Gasperini endaði á 5. plássi í Serie A. Í Europa League hevði álopskenda liðið sín besta dyst á Anfield í fyrru fjórðingsfinaluni. Marseille varð sent út í hálvfinaluni. Fyri viku síðani tapti Atalanta italsku steypafinaluni fryi Juventus - nú kann eitt flott punktum setast fyri kappingarárið.

Europa League-finala
Í kvøld, mikudagin 22.05 á Aviva leikvøllinum
20.00: Atalanta - Bayer Leverkusen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder