Hondbóltur

Fyrsta FM-finalan hjá monnum verður spæld í kvøld

Kyndil tekur ímóti H71 á Hálsi klokkan 19 - tríggjar dagar eftir hørðu triðju hálvfinaluna móti StÍF. Júst StÍF spælir bronsudyst móti VÍF klokkan 17 í Vestmanna. Til ber at fylgja við á portal.fo.

Kyndil sigraði á dramatiskan hátt móti StÍF og skal nú royna at vnna fyrsta føroyameistaraheiti á manssíðuni í 18 ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kyndil sigraði á dramatiskan hátt móti StÍF og skal nú royna at vnna fyrsta føroyameistaraheiti á manssíðuni í 18 ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-19 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ímillum heiligdagarnar um páskini eru tveir dystir í endaspælinum í fremstu mansdeildini.

Fyri StÍF og VÍF verður talan um ársins seinasta dyst. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna í Vestmanna frá klokkan 17.

Á Hálsi snýr teg seg um at fáa fyrsta fyrimunin, tá finalurøðin byrjar. Kyndil endaði omanfyri H71 í grundspælinum og byrjar harvið á heimavølli.

Tað var júst á Hálsi mikukvøldið, at Kyndil á dramatiskan hátt spældi seg í FM-finalurnar. Tað vóru nøkur sekund frá at vinnararnir í grundspælinum taptu fyri StÍF í longdu leiktíðini í triðju hálvfinaluni. Bæði liðini stríddust til tað seinasta, og teir grønkløddu vunnu eftir brotskøst.

[object Object]Tórður Skorheim Guttesen gjørdist stóra hetjan við tveimum brotskastsbjargingum 

[object Object]Tað var ógvuliga stórur fagnaður á teimum í grønum mikukvøldið (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Ovi Lützen: - Teir stuttligastu dystirnir at spæla - hetta er fantastiskt (Video)
Myndir: Kyndil vann seg í finaluna
Kyndil í FM-finalunum eftir risa drama

H71 avgreiddi tað eftir tvær hálvfinalur móti VÍF. Føroyameistararnir og steypavinnararnir vunnu báðar dystirnar við fýra málum, og nú bíðar Kyndil, sum hevur stóra svongd eftir einum FM-heitið.

Lagt er upp til spennandi finalurøð har fyrsta felagið at vinna tríggjar fer avstað við tí.

Burn-deildin, legardagin 19. apríl

Bronsudystur (kl. 17.00): VÍF - StÍF

Fyrsta FM-finalan (kl.19.00): Kyndil - H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder