Hondbóltur

Video: - Teir stuttligastu dystirnir at spæla - hetta er fantastiskt

Vit hava verið í einum aldudali í nøkur ár, og hugsaðu at tað kundi ikki passa, at vit aftur fóru at tapa eina hálvfinalu uppá straffir, staðfestir ein ovurfegin Ovi Lützen eftir FM-finaluplássi hjá Kyndli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-16 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað hava verið nøkur tung ár, og tað er langt síðani at menninir hjá Kyndil vann FM ella var í finaluni. Tí merkir hetta so nógv...veit næstan ikki hvat eg skal siga.

22-ára gamli Ovi Lützen er uppvaksin í felagnum og hevur saman við fleiri øðum verið ígjøgnum eitt sindur. Tí var hann ógvuliga fegin, eins og hini í grønum, eftir dramatiska sigurin á StÍF í triðju FM-hálvfinaluni í kvøld.

Sí eisini: Kyndil í FM-finalunum eftir risa drama

Brotskøst skuldu til eftir ein ógvuliga tættan og inntensan dyst, sum eina løtu sá út til at koppa til StÍF, sum Ovi eisini rósar.

- Trúgvi at bæði liðini fingu nógv burturúr hesum dystinum. StÍF hevur eitt ótrúliga gott lið nógv nøkrum spennandi ungum spælarum.

Leygardagin skal Kyndil spæla fyrstu FM-finaluna. Nakað sum Ovi Lützen kennir seg til reiðar til; hóast tað er stutt frá harða dystinum til fyrstu finaluna í Hoyvík.

- Vit hava seinastu tíðina grenja um, at vit spæla so fáar dystir. Nú hava vit fingið tríggjar harðar dystir og eru til reiðar at møta H71. Eg kenni á mær, at vit hava ein góðan møguleika.

Sí samrøðuna við Ova Lützen eftir dramatikkin omanfyri

-------------------------------------------------------

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan 
Kyndil - StÍF 41-40 (eftir brotskastskapping) - 37-37 eftir longda leiktíð

Toppskjúttar: 
William Skovsager 10 mál, Tobias Thisen 9 mál (Kyndil)
Martin Toftanes Danielsen 6 mál (StÍF)

Sí dómaraseðlan her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder