Hondbóltur

Kyndil í FM-finalunum eftir risa drama

Skuldi avgerast við brotskøstum á Hálsi, og har var heimaliðið stinnari enn StÍF, sum annars gav teimum grønu ein skarpan gang og kundi avgjørt.

Tórur Guttesen gjørdist ein hetja við tveimum bjarginum í brotskastskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Tórur Guttesen gjørdist ein hetja við tveimum bjarginum í brotskastskappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í avgerandi hálvfinaluni í steypakappingini tapti Kyndil eftir brotskastskapping í Vestmenna.

Í kvøld skuldi avgerðin um møguligt finalupláss hjá Kyndli eisina fella úr sjey metrum. Har skoraðu fýra hjá Kyndli, og tá so Tórður Skorheim Guttesen bjargaði tveimum skotum hjá StÍF var avgjørt áðrenn møguliga fimta skotið hjá Kyndli. Hetta hevði sjálvandi stóran fagnað á teímum mongu larmandi grønkløddu.

Tað vóru frálíkir karmar og ein ótrúliga inntensur og spennandi dystur á Hálsi.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm 
Sí fleiri myndir av Hálsi HER

StÍF var á odda, tá nøkur sekund vóru eftir av longdu leiktíðini, men Jákup Jørgensen skoraði trygt av vonginum, og so vóru 70 minuttir ikki nóg mikið.

Kyndil er í FM-finalunum hjá monnum fyri fyrstu ferð í langa tíð - nógv vinnandi felagið hevur ikki vunnið síðani 2007. Finalurøðin byrjar í Hoyvík leygardagin.

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan 
Kyndil - StÍF 41-40 (eftir brotskastskapping) - 37-37 eftir longda leiktíð

Toppskjúttar: 
William Skovsager 10 mál, Tobias Thisen 9 mál (Kyndil)
Martin Toftanes Danielsen 6 mál (StÍF)

Sí dómaraseðlan her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder