Fótbóltur

Fyrsta hálvfinalan er á skránni í kvøld

Real Madrid vitjar í Manchester.

Karim Benzema skoraði fyri Real Madrid, seinast liðið vitjaði á Etihad leikvøllinum. Fraklendingurin hevur verið óstýriligur higartil í knock-out dystunum

Karim Benzema skoraði fyri Real Madrid, seinast liðið vitjaði á Etihad leikvøllinum. Fraklendingurin hevur verið óstýriligur higartil í knock-out dystunum

2022-04-26 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er mest vinnandi felagið í Champions League/Europa Cup fyri meistaralið móti einum felagi, sum ongantíð hevur vunnið størstu evropeisku kappingina fyri lið.

Høvuðsmálið hjá Manchester City seinastu árini hevur júst verið tað at vunnið hesa kappingina, og nú er tað Real Madrid, ið forðar fyri finalluttøku nummar tvey á rað.

Í 2016 hittust hesi liðini eisini í hálvfinalunum. Bert eitt mál kom yvir 180 minuttir, og tað var eitt City-sjálvmál í seinna dystinum, sum var á Santiago Bernabeu. Real Madrid vann Champions League hetta árið

Í 2020 var tað City, ið sendi Real út í áttandapartsfinalunum við tveimum 2-1 sigrum. Liðið hjá Pep Guardiola er eisini favorittur hesuferð, men Benzema og liðfelagirnir hava sent PSG og Chelsea út seinastu umførini, og venjarin Carlo Ancelotti veit, hvat skal til í hesari kappingini 

Fyrsta bríksl á Etihad verður klokkan 20. Dysturin kann síggjast á TV3 + og Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder