Fótbóltur

Fyrsta hálvfinalan er á skránni í kvøld

Og talan er um stórt brak á Santiago Bernabeu í Madrid, har Manchester City vitjar - tað er søguliga stórveldi móti sterka avbjóðaranum.

2023-05-09 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eina liðið hevur vunnið kappingina 14 ferðir samanlagt. Hitt felagið hevur ongantíð smakkað gullið ella lyft stóra steypið. Seinastu árini hevur verið væntað, at tað bert hevur verið ein spurningur um tíð, áðrenn Manchester City fór av sigra í stóru kappingini. Hóast fleiri ensk meistaraheiti, hevur spanska høvuðsstaðarfelagið við sterku siðvenjuni ofta "stolið tað".

Manchester City sendi Real Madrid úr áttandapartsfinalunum í 2020, men tað rakk ikki til finalupláss tá hjá liðnum hjá Guardiola. Tað gjørdi tað árið eftir, men tá var Chelsea stinnari í finaluni.

Í fjør var City aftur á veg móti finaluni, men á dramatiskan hátt vendi Real Madrid tí á heimavølli og venn eftir longda leiktíð. Undirhaldandi hálvfinalurnar høvdu samanlagt ellivu mál - tá hesi bæði liðini spældu hálvfinalur í 2016 kom bert eitt mál. Tað fekk Real á Bernabeu, og kongafelagið vann kappingina ta árið - eins og í fjør.

Spurningurin er so, um Pep Guardiola hesaferð megna at knógva Real Madrid. Erling Håland, Kevin De Bruyne og hinir kunnu gera nógvan skaða, men Modric, Kroos, Benzema og hinir hava royndirnar - umframt stórt vápn í serliga Vinicius. Carlo Ancelotti skal royna at gera tað aftur.

Fyrra hálvfinalan millum stóru feløgini verður bríkslað í gongd á Bernabeu klokkan 20.

Champions League - fyrru hálvfinalurnar
Í dag, týsdagin 09.05
20.00: Real Madrid - Manchester City

Í morgin, mikudagin 10.05
20.00: AC Milan - Inter Milan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder