
Tað er oddaliðið í fremstu deildini, sum í kvøld teur ímóti nummar trý í næstbestu deildini.
AB skal royna at halda uppgerðini á lívi og so gera okkurt á Argjum í 2. dystinum. Liðið hjá Øssuri Hansen hevur higartil í steypakappingini sligið tvey lið úr Betrideildini út: Fyrst FC Suðuroy heima og síðani EB/Streym á útivølli.
Serliga tað seinna er flott - nú bíðar heilt stóri bitin í hálvfinalunum. KÍ er ósigrað í ár, og í Klaksvík er svongdin stór eftir Løgmanssteypinum eisini. Tað eru níggu ár síðani, at KÍ vann kappgingina.
Tað er væl hugsandi at Magnus Powell blandar kortini heldur øðrvísi til hendan dystin, í mun til undanfarnu oddadystir í Betrideildini.
Dysturin við Djúpumýru byrjar klokkan 18.30 og sæst í Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.
Somu tíð í morgin spæla B68 og Víkingur sína fyrru hálvfinalu.
Kappingin um Løgmanssteypið, fyrru hálvfinalurnar
Í dag, týsdagin 20. mai
18.30: KÍ - AB
Í morgin, mikudagin 21. mai
18.30: B68 – Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald