Fótbóltur

Fyrsta hattrikkið hjá United í Premier League í sjey ár

Anthony Martial skoraði øll trý málini í sigrinum á Sheffield United í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-25 16:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. apríl 2013 skoraði Robin Van Persie trý mál í fyrra hálvleiki, tá Manchester United tók ímóti Aston Villa á Old Trafford. Við 3-0 sigrinum tryggjaði United sær sítt 20. meistaraheiti og Premier League-heiti nummar 13 hjá felagnum og hjá Sir Alex Ferguson, sum gavst tá kappingarárið var av.

Síðani hevur stórfelagið ikki verið nær við at vunnið meistaraheitið aftur, og síðani hevur eingin United-leikari gjørt hattrikk í Premier League. Tað seinna varð broytt í gjárkvøldið, tá Anthony Martial skoraði øll málini 3-0 sigrinum hjá Manchester United á Sheffield United.

Í 1. hálvleiki var Martial tvær ferðir til reiðar inni í brotsteignum, tá hørð innlegg komu úr høgru. Í 2. hálvleiki rann 24-ára gamli fraklendingurin seg frían, Marcus Rashford fann hann væl og Martial lyfti bóltin hegnisliga uppum málverjan. United var samanlagt sannførandi, og Sheffield United, ið als ikki sær út sum tað liðið, sum var at síggja áðrenn koronasteðgin.

Við Paul Pogba og Bruno Fernandes á miðvøllinum fer United nú eftir Champions League-plássinum, ið tað ikki eydnaðist at fáa fatur á í fjør. 


Premier League 31. umfar
Í gjár:
Manchester United - Sheffield United 3-0
Liverpool - Crystal Palace 4-0
Newcastle - Aston Villa 1-1
Norwich - Everton 0-1
Wolves - Bournemouth 1-0

Týsdagin 23.06: 
Leicester - Brighton 0-0
Tottenham - West Ham 2-0

Í kvøld: 
18.00: Burnley - Watford
           Southampton - Arsenal

20.15: Chelsea - Manchester City

Les eisini: Liverpool kann gerast meistari í kvøld

Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 63 *
3. Leicester 55
4. Chelsea 51 *
5. Manchester United 49 
6. Wolves 49
7. Tottenham 45
8. Sheffield United 44
9. Crystal Palace 42
10. Everton 41
11. Arsenal 40 *
12. Burnley 39 *
13. Newcastle 39
14. Southampton 37 *
15. Brighton 33
16. Watford 28 *
17. West Ham 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27
20. Norwich 21

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder