Tað byrjaði tungt í seinastu undankapping. Vónirnar vóru annars góðar eftir tríggjar sigrar í HM undan-undankappingini á Tórsvølli í 2017. Men í september sama ár var Kekkia alt ov sterkt til føroyska liðið, ið fekk ein sekk á 0-8 á heimavølli.
Hesaferð hevur liðið fleiri royndir. Øll úrslitini í seinni dystunum í farnu undankapping vóru betri enn í teimum fyrru. 2018 vísti menning, og nú eru tær í føroyska hópinum uppsettar uppá at halda fram við menningini.
Sí eisini: FSF Varpið: Ásla: - Vit hyggja eftir avrikinum og framgongdini
Høvuðsvenjari er nú John Petersen. Hann var hjálparvenjari í farnu undankapping, so hann kennir hópin væl. Har eru tó ávísar broytingar. Av teimum ið leiktu nógv í seinastu undankapping, og sum ikki eru við nú, kunnu nevnast Birna T. Mikkelsen og Birita B. Nielsen. Báðar úr baktetuni - hvørgan verður tøk komandi lítla árið. Hetta er orsakað av ávíkavist barnsburði og álvarsomun knæskaða. Birna spældi allar átta dystirnar í HM-undankappingini. Milja Simonsen, ið spældi allar dystirnar uttan ein og skoraði einasta málið hjá Føroyum, er heldur ikki við, og ársins leikari í Betrideildini í fjør er ikki tøk til hesar fyrstu dystirnar. Jaligt fyri John Petersen er tó, at Anna S. Hansen og Ansy Sevdal Jakobsen eru tøkar aftur.
(Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jakobsen, ið er við aftur eftir barnsburð, og systurin Heidi í dysti ímóti Týsklandi. Hetta var seinasti dystur í HM-undankappingini 2017-2018 - Mynd: Sverri Egholm)
Rebekka Eschen Danielsen og Rakul V. Magnussen vóru úttiknar, men báðar hava verið noyddar at givið avboð. Durita Hummeland og Sanna Svarvadal, báðar úr KÍ, eru úttiknar ístaðin.
SÍ eisini: John Petersen: - Ætla ikki at renna áftana í 90 minuttir
Kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Wales hava spælt tríggjar ferðir móti hvør øðrum. Í 1995 vann Føroyar útidystin í EM-undankappingini. 1-0 sigurin var søguligur. Árið eftir vann Wales 1-0 á Svangaskarði og í 2006 vann Wales 2-1 í EM undan-undankapping. Síðani hevur Wales ment seg; liðið er nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA, var styrkismett næstovast í lutakastinum og flestu leikararnir leika í Premier League í Onglandi. Tí verður talan um eina sera torføra uppgávu í kvøld.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.00. Vit eru á staðnum, har vit dagføra støðuna á forsíðu okkara, hava myndir og dystarfrásøgn, og fáa viðmerkingar eftir dystin.
Føroyski hópurin til dystin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald