Eftir hallarurið ljóðaði fyri seinastu ferð við Tjarnir í gjárkvøldið, var talan um heldur tóma kenslu hjá føroysku spælarunum, fjepparunum og teimum rundanum.
Hetta var ikki meira enn ein venjingardystur, har nógv varð roynt, men Føroyar vóru greitt á odda væl inn í 2. hálvleik - og hetta var eitt tap á heimavølli móti einari hondbóltstjóð, sum vit eru frammanfyri.
![]()
![]()
Ikki knústir men tó heldur vónbrotnir eftir 34-36 tapið fyri Italia - spælari og venjari (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá EM-fyrireikingardystinum her
Sí eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið
Tað at tapa á heimavølli er ikki serliga vanligt hjá Peter Bredsdorff-Larsen. Hetta var fyrsti ósigurin við Tjarnir hjá monnunum og fyrsta tapið yvirhøvur hjá liðnum á heimavølli í yvir trý ár.
Yvirlit sæst niðast
Síðani tapið fyri Eysturríki, í fyrsta dystinum í undankappingini til EM-endaspælið 2024, hava føroysku menninir spælt seks kappingardystir á heimavølli. Fimm teirra eru endaðir við sigri - harímillum teir báðir avgerandi móti Ukraina og Rumenia í nevndu undankapping - og javnleikurin var móti Niðurlondum í mars 2025 (fyrsti dysturin við Tjarnir).
Tveir sigrar vóru eisini móti Belgia í venjingardystum undan EM fyri tveimum árum síðani. Hesaferð gekk tað ikki í slíkum dysti, men føroyingar fáa ein møguleika aftur í morgin, sunnudagin 11. januar, klokkan 17.
![]()
Óli Mittún var flúgvandi, tá táverandi 17-ára gamli bakkurin fekk sín elddóp á A-landsliðnum. Hann varð toppskjútti við sjey málum í EM-undankappingardystinum í oktober 2022
![]()
Hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa stig móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum: Eysturríki vann við tveimum málum - eins og í gjár, vóru Føroyar uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Seinastu tíggju heimadystirnar hjá føroysku monnunum:
2026:
Føroyar - Italia 34-36
2025:
Føroyar - Ukraina 35-27
Føroyar - Niðurlond 32-32
2024:
Føroyar - Kosovo 32-21
Føroyar - Norðurmakedónia 34-27
Føroyar - Belgia 34-29 (Venjingardystur)
Føroyar - Belgia 41-31(Venjingardystur)
2023:
Føroyar - Ukraina 33-26
Føroyar - Rumenia 28-26
2022 (oktober):
Føroyar - Eysturríki 28-30
Hinir fýra heimadystirnir í 2022 endaðu við tveimum sigrum og tveimum tapum.
Harvið er samlaða úrttøkan á heimavølli undir Peter Bredsdorff-Larsen: 9 sigrar, ein javnleikur og 4 tap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald