Fótbóltur

Fyrsta uppgávan í ár er á skránni í kvøld

Føroysku kvinnurnar spæla venjingardyst á Malta. Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, sum nú er vend aftur til Víking eftir eina tíð í donskum fótbólti, til venjing í gjár (Mynd: FSF)

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, sum nú er vend aftur til Víking eftir eina tíð í donskum fótbólti, til venjing í gjár (Mynd: FSF)

2024-02-22 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í ár hava Føroyar EM-undankappingardystir á skránni, og sum eitt slag av fyrireiking er venjingarlega í løtuni á skránni.

Føroysku kvinnurnar hava seinastu dagarnar vant á Malta, og í dag er venjingardystir á skránni móti júst Malta í Paola. Malta er styrkismett nakað omanfyri Føroyar á listan hjá FIFA, men talan burdi verið um ein rímiliga javnan dyst.

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Til ber at stroyma hann. Facebook-síðan hjá FSF leggur út leinkju nakað áðrenn dystarbyrjan.

Føroyar spæla aftur venjingardyst sunnudagin, 25. mai. Tá er tað í Albania.

Føroyska liðið spældi seks Nations League-dystir í heyst undir nýggja høvuðsvenjaranum Signe Pries Andersen. Føroyar taptu alllar - fimm dystir við einum máli og síðani við níggju málum í Montenegro.

[object Object]
Høvuðsvenjarin Signe Pries Andersen saman við fysisika venjaranum Eli Nolsøe Leifsson (Mynd: Jacoba Svensdóttir/FSF)

Hópurin:
Valborg Østerø, B36
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur

Rebekka Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Mirjam Huneck, NSÍ - uprrunaliga Julia Naomi Mortensen (skaða)
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rúna Jacobsen, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Fridrikka Maria Clementsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Margunn Lindholm, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sára P. á Líðarenda, Víkingur

Kelda: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder