2018-12-26 14:32
Dagsins fyrsti Premier League dystur endaði við javnleiki.
Uppflytararnir úr Fulham tók ímóti einum øðrum uppflytara, tá Wolverhampton Wanderes komu á vitjan.
Áðrenn dystin í dag lá Fulham aftast við tíggju stigum, meðan Wolves lógu á 10. plássi við 25 stigum.
Dysturin millum uppflytararnar endaði við 1-1 javnleiki. Stórtalentið hjá Fulham, Ryan Sessegnon, skoraði til 1-0, tá 74 minuttir vóru spældir, men fimm minuttir fyri leiklok javnaði Romain Saiss fyri úlvarnar.
Við javnleikinum tók Fulham seg upp á 19. pláss, eitt stig frammanfyri Huddersfield, sum spælir móti Manchester United seinni í dag. Wolves eru nú á níggjunda plássi, men kunnu enda á 12. plássi tá leikumfarið er liðugt spælt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald