Fótbóltur

Fyrsti dysturin hjá Solskjær í dag

Manchester United spælir sín fyrsta dyst við Ole Gunnar Solskjær sum venjara í dag tá teir vitja gamla liðið hjá venjaranum.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-22 14:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 17.30 í dag vitja Manchester United í Cardiff, har liðini skulu dystast í bestu ensku deildini. Tað serliga við dystinum er, at hettar er fyrsti dysturin hjá Manchester við norðmannium, Ole Gunnar Solskjær, sum venjara. 

Nýggi venjarin hevði sín fyrsta tíðindafund í starvinum í gjár, og tá segði hann, at hann fór at arbeiða við at hjálpa spælarunum. Hann helt ikki tað gjørdi uppgávuna hjá honum verri, at hann einans var settur í eitt hálvt ár, tí at uppgávan var tann sama. 

Hann segði eisini at hann fór at arbeiða við at fáa sína spælihugsjón íverksetta til venjing, og at einn uppgáva var at fáa spælarar sum Paul Pogba, sum als ikki hevur spælt serliga væl í ár, at trívast betur. 

Ole Gunnar Solskjær hevur sum sagt veri venjari hjá Cardif City áður, men tað gekk ikki heilt eftir vild. Liðið flutti niður og vann einans sjeyð dystir alt árið. Solskjær varð spurdur, hvat hann helt um at møta júst Cardiff City í sínum fyrsta dysti í nýggja starvinum. Hann segði at hann hevði lært nógv síðani hann royndi seg sum venjara har, og at hann sjálvandi hevði ynskt at tað gekk betur tá. Men hann legði afturat, at um tú ikki gert feilir, so lærir tú onki. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder