
Føroyska kvinnulandsliðið hevði í dag seinastu venjingina áðrenn landsdystin móti Montenegro, sum verður leiktur á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 18.
Hetta er fyrsti dystur í nýggju kappingini hjá kvinnum, Nations League, og hetta er samstundis eisini fyrsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen.
Í sambandi við dystin verður skipað fyri stuttligum fjepparatiltaki á Niðara vølli í Gundadali frá kl. 16.00-17.30. Á skránni verða ymisk stuttlig fótbóltsspøl, skjótiveggur, dartskiva til fótbólt, andlitsmáling og pylsuvognur við ókeypis franskum hotdogs.
Kl. 17.30 verður felags skrúðgonga niðan á Tórsvøll at stuðla kvinnunum í fyrsta Nations League dystinum.
Dysturin Føroyar-Montenegro verður bríkslaður í gongd fríggjakvøldið klokkan 18. Týsdagin spæla Føroyar á útivølli móti Kýpros.
Myndirnar til venjingina hjá Føroyum tók Bjarni Enghamar
-
Óluva Joensen, málverji (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Lena Olsen og Birita Ryan (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Sunniva Willemoes, Tóra Mohr, og Margit Magnusdóttir (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Rúna Joensen, Mona Rasmusdóttir og Malena Olsen (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
(Mynd: Bjarni Enghamar)
-
(Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Julia Naomi Mortensen (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
(Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Tóra Mohr og Mona Rasmusdóttir (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Heidie Sevdal (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Valborg Østerø, Rebekka Benbakoura og Malena Olsen (Mynd: Bjarni Enghamar)
-
Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari (Mynd: Bjarni Enghamar)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald