Tað blivu trý kærkomin stig, tá Mikkjal Thomassen og AIK Stockholm vóru á vitjan hjá aftasta liðnum í deildini, Västerås SK, seinnapartin.
AIK vann 2-1, og øll málini komu í fyrra hálvleiki. Menninir hjá Mikkjali Thomassen løgdu seg á odda 1-0 og 2-0 í ávikavist 25. og 34. minutti. Heimaliðið minkaði um munin í 41. minutti, men fleiri mál komu ikki.
Høvuðsstaðarliðið liggur á níggjunda plássi av teimum 16 liðunum í Allsvenskan við 23 stigum. 11. august er Mjälby AIF á triðja plássi á vitjan í Stokkholm.
Tað eru einar tríggjar vikur síðani Mikkjal Thomassen tók við sum venjari í svenska stórfelagnum. Hann skal royna at stýra skútuni rætta vegin, og hevur eisini góð úrslit at vísa á frá tíðini í norska Fredrikstad FK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald