Betrideildin varð skotin í gongd fyri 43 døgum síðani og longu nú verður fyrsti triðingurin liðugur.
9. umfar:
Sunnudagin 21. juni:
(15.00): KÍ - Skála
ÍF - B36
(15.15): TB - AB
(17.00): EB/Streymur - Víkingur
Mánadagin 22. juni:
(20.00): NSÍ - HB
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (17 stig)
3. KÍ (17 stig)
4. B36 (16 stig)
6. ÍF (13 stig)
5. Víkingur (11 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig)
10. Skála (1 stig)
Tað er stórur spenningur um, hvat úrslitið í Trongisvági í dag verður. Dysturin kann fáa stóran týdning fyri botnstríðið; serliga um annað liðið vinnur. Um heimaliðið, ið er favorittur, vinnur, so er eitt sindur av gloppið komið, millum liðini sum eru niðanfyri og omanfyri strikuna. Um argjamenn vinna sín fyrsta dyst í ár verður meira javnt og spennandi í botnstríðnum. TB vann sín fyrsta dyst í ár á Skála í miðvikuni og skal nú royna at byggja uppá. AB hevur trý leikbann til dystin: Asbjørn Heðinsson, Tróndur á Høvdanum og Bartal Skaalum Petersen
TB fær vitjan av AB við Stóra, og Árni Frederiksberg og B36 eru á vitjan í Fuglafirði (Mynd: Bjartur Vest
Í Fuglafirði er fótbóltslagið heilt gott eftir 2-1 sigurin í Sarpugerði mikukvøldið. Við honum kom ÍF frammum Víking og í ovaru hálvu á stigatalvuni - hetta var fjórði dysturin á rað hjá ÍF uttan ósigur, og liðið hjá Hans Jørgini Djurhuus og Ólavi Larsen skal nú royna at arga og koma undir liðuna á B36, ið burdi vunnið á NSÍ týskvøldið og sum skal royna at nærkast HB. Hjá ÍF er tað ein stórur smeitur, at stinni málverjin, Milos Budakovic helst er úti restina av árinum orsaka av knæskaðanum, sum hann fekk í Norðragøtu. Í hinum endanum av vøllinum eru Filip Djordjevic og Uros Stojanov sera vandamikilir. Karl Løkin hevur leikbann til dystin.
Milos Budakovic sleyt helst krossbandið í sigrinum á Víkingi
Í Klaksvík er KÍ stórfavorittur, tá Skála vitjar. Føroyameistararnir irðaðu seg eftir 3-3 í Gundadali mikukvøldið, tí møguleikin var avgjørt til staðar at drepa dystin móti oddaliðnum. Í dag skulu trý stig til høldar móti botnliðnum, ið hevur eina rúgvu av skaðum. Skála hevur bert eitt stig og hevur ikki skorað seinastu tríggjar dystirnar og hevði serliga fyrr í ár havt stórar trupulleikar við verjupartinum. Hjá KÍ er Odmar Færø ikki tøkur. Hann noyddist út orsaka av einum forstrekningini, sum hann fekk. Heimaliðið hevur tó nógvar streingir at spæla uppá. Alessio Hyseni spælir sín seinasta heimadyst fyri KÍ í dag.
Odmar Færø er ikki tøkur í dag fyri KÍ, ið spældi 3-3 móti HB mikudagin. Oddaliðið spælir í Runavík í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur skal reisa seg eftir stóra vónbrotið móti ÍF: Trý stig skulu koma við frá Margáum, um Víkingur skal fylgja við liðunum omanfyri. Tingini hanga ikki saman hjá teimum ljósabláu í løtuni, sum eru undir trýsti, men sum tó mugu metast favorittar. EB/Streymur hevur higartil bert fingið stig móti liðunum, ið eru niðanfyri teir á stigatalvuni.
Fylg við gongdini á forsíðu okkara. Eftir dystirnir taka vit samanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald