Fyrsta umfar í bólkaspølunum í evropeisku kappingunum, hjá UEFA, eru á skránni hesa vikuna.
Byrjað verður í kvøld við teimum fyrstu átta dystunum í Champions League-bólkaspælinum. Manchester City byrjar sína verju av heitinum, og Newcastle er í Milano til sín fyrsta Champions League-dyst í næstan 21 ár.
Síðstnevndi er fyrsti dysturin í deyðans bólki. PSG og Dortmund eru eisini í bólk F og hittast í París seinni í kvøld. PSG jagstrar framvegis sítt fyrsta Champions League-heiti, men tykist longur burtur frá tí enn tey síðstu árini.
Fulla skráin í kvøld:
Bólkur E:
20.00:
Feyenoord - Celtic
Lazio - Atletico Madrid
Bólkur F:
17.45: AC Milan - Newcastle United
20.00: PSG - Borussia Dortmund
Bólkur G:
17.45: Young Boys - RB Leipzig
20.00: Manchester City - Reyða Stjørna
Bólkur H:
20.00:
Barcelona F.C. - Royal Antwerp
Shakhtar Donetsk - FC Porto
Í morgin skulu hini 16 liðini í bólkaspælinum í eldin. Hósdagin snýr tað seg um Europa League og Conference League.
Liverpool er ein av stóru EL-favorittunum í ár. Í Conference League eru Breiðablik, við Klæminti Andrassyni Olsen, og KÍ millum søguligu luttakararnar. Breiðablik byrjar í Tel Aviv - KÍ í Bratislava móti Slovan.
KÍ fór út úr Champions League eftir longda leiktíð. Tá føroyameistararnir síðani taptu 3-2 samanlagt fyri Sheriff Tiraspol í Europa League, endaði liðið í Conference League-bólkaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald