Fótbóltur

Fyrstu fjórðingsfinaluliðini verða funnin í kvøld

Bayern hevur knívin á barkanum, tá Lazio vitjar í kvøld. Her er eitt yvirlit yvir seinnu áttandpartsfinalurnar í Champions League.

Harry Kane og teir skulu sigra í kvøld (Mynd: EPA)

Harry Kane og teir skulu sigra í kvøld (Mynd: EPA)

2024-03-05 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16 lið eru framvegis við í Champions League, men næstu átta dagarnir verða hesi so líðandi skorin niður í átta lið.

Byrjað verður í kvøld, har serliga stóru spenningur er í Bayern. Har er rumbul í Suðurtýsklandi. Úrsltini í vikuskiftinum gjørdu, at Bayern München nú er tíggju stig aftanfyri Bayer Leverkusen. Nú skriva miðlar, at Bayern roynar fáa Leverkusen-venjaran, Xabi Alonso.

Thomas Tuchel, ið vann Champions League við Chelsea í 2021, fer í summar, men nú skal royna at fáa liðið víðari móti Lazio. Tað endaði 1-0 í Rom, og harvið hevur Bayern knívin á barkanum undan heimadystinum.

[object Object]
Thomas Tuchel undan sínum møguliga seinasta Champions League-dysti við Bayern (Mynd: EPA)

PSG skal gera arbeiði liðugt í Baskaralandinum. Stóra søgan í París er stóra stjørnan Kylian Mbappé. Hann hevur boðað felagnum frá, at hann ynskir at fara í summar, tá sáttmálin gongur út. Tá Mbappé varð skiftur út í steðginum  síðsta vikuskift, fór hann at skifta og síðani niðan á áskoðaraplássi til mammuna ístaðin fyri at seta seg á bonkin. 

Seinnu áttandapartsfinalurnar í Champions League

Í dag, týsdagin 05.03
Bayern München - Lazio (0-1)
Real Sociedad - PSG (0-2)

Í morgin, mikudagin 06.03
Manchester City - FCK (3-1)
Real Madrid - RB Leipzig (1-0)

Týsdagin 12.03
FC Barcelona - Napoli (1-1)
Arsenal - FC Porto (0-1)

Mikudagin 13.03
Atletico Madrid - Inter Milan (0-1)
Borussia Dortmund - PSV (1-1)

Í klombrum: Støðan eftir fyrra dystin. Allar áttandapartsfinalurnar byrja klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder