Átta lið eru eftir í fremstu evropeisku kappingini, og í kvøld byrjar stríðið um tey fýra plássini í hálvfinalunum.
Talan er um stóruppgerðir. Oddaliðið í Premier League tekur ímóti Bayern München, sum gamaní hevur mist ræðið á Bundesliguni, men sum annars ikki er nakað ynskimótsstøðulið. Júst Arsenal hevur áður havt stórar trupulleikar av Bayern í Champions League knock-out dystum.
Harry Kane er aftur í London - nú skal hann royna at skjóta mál móti felagið, har hann spældi sum ungur men síðani hevur skorað ofta ímóti (Mynd: EPA)
Manchester City er í hørðum oddastríði í Onglandi og roynir samstundis at endruvinna Champions League. Tað er kappingin, ið Real Madrid hevur vunnið oftast. Høuðsstaðarfelagið er ávegis móti spanska meistaraheitinum, men nú er størsta avbjóðingin í kappingarárinum fyri framman.
Lagt er upp til ógvuliga spenanndi stríð í hesum uppgerðunum. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.
Champions League 1/4-finalur - fyrru dystirnir
Í kvøld, týskvøldið 09.04
Arsenal - Bayern München
Real Madrid - Manchester City
(Dystirnir síggjast á millum annað Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald