Annað

Fyrstu Føroyaleikirnir gjørdust ein sólskinssøga

Tað er eingin ivi um, at hetta kann gerast eitt afturvendandi summartiltak í Føroyum, sum samlar allan ítrótt í landinum. Ja, ein góð og spennandi upphiting til Oyggjaleikirnar, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, tá fyriskiparar hittust til samkomu í gjárkvøldið.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-07-12 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyaleikirnir, sum endaðu í gjár var eitt púra nýtt tiltak, og var nógv, sum skuldi gerast fyri fyrstu ferð, og fyrstu Føroyaleikirnir nakrantíð gjørdust ein positiv sólskinssøga.

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá fyrispararnir av Føroyaleikunum hittust til eina samkomu í Müllers pakkhúsi í gjárkvøldið.

– Tá korona steðgaði Oyggjaleikunum, so tóku tit bara sakina í egnar hendur og skipaðu fyri hesum megnar tiltaki. Tað er eingin ivi um, at hetta kann gerast eitt afturvendandi summartiltak í Føroyum, sum samlar allan ítrótt í landinum. Ja, ein góð og spennandi upphiting til Oyggjaleikirnar, segði borgarstjórin.

Tað er longu boðað frá, at Føroyaleikirnir vera aftur komandi ár. Í 2022 verða leikirnir frá hósdegnum 30. juni til sunnudagin 4. juli. Ætlanin er, at leikirnir altíð koma at liggja fyrsta vikuskiftið í juli annaðhvørt ár.

Røðan, sum Heðin Mortensen helt í gjárkvøldið, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder