
Fimleikurin hevur í morgun vunnið Føroyum fimm gull og tvey silvurheiðursmerki á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Menninir hava verið á gólvinum í morgun, og teir vunnu liðkappingina. Harumframt vunnu teir fýra gull.
Rókur Sumberg Vestergaard vann sjálvur tvey gull, umframt eitt silvur. Torleivur Christiansen var bestur í ringinum, og Ari Pouslen endaði eisini við gullheiðursmerki.
Bjarki Johannesen tryggjaði sær silvur í barr.
Onnur heiðursmerki skulu eisini væntast í dag. Í badminton eru Føroyar við í finalu í kvøld, og eisini í frælsum ítrótti er møguleiki fyri heiðursmerkjum. Finalur í svimjing verða í kvøld og her kunnu vit eisini væntað heiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald