
Tað er 16-12 til Magdeburg í steðginum í Champions League-finaluni. Füchse Berlin hevur havt stórar trupulleikar við at steðga serliga Gisla Kristjansson, tað vanta bjargingar í málinum, og í hinum endanum hevur Mathias Gidsel havt trupulleikar við at veruliga koma í gongd.
Ein stórur trupulleiki hjá Füchse Berlin er eisini, at liðið hevur brent øll síni fýra skot av strikuni - talan hevur sum heild verið um stórar møguleikar.
Hinvegin er eingin slingur í valsinum á høgra vongi. Hákun West av Teigum hevur verið púra kaldur og skorað trygt uppá øll síni trý skot.
Trý tey fyrstu Champions League-finalumálini hjá einum føroyingi:
1. Hákun fær bóltin, letur sum um at hann spælir aftur til høgra bakkin, men snýtur í staðin tveir, verður einsamallur, og kastar bóltin hart í netið.
2. Füchse-yvirtal. Sending út til frían Hákun, sum púra trygt skýtur inn um Hernandez.
3. Minkar um munin til 11-10 úr heilt spískum. Hákun hongur væl og skorar flott mál.
Harvið 3/3 í fyrra hálvleiki í dag og 5/5 hetta Final-Four vikuskifti. Hákun West av Teigum hevur eisini "trekt" ein álopssfeil í verjuni og ger sum heild sítt.
Sí seinna hálvleik, har Füchse skal vinna fýra mál inn, á DR2/DR TV ella á Viaplay. Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald