Fótbóltur

Fyrstu hálvfinaluliðini verða funnin í kvøld

Atletico Madrid og Barcelona liggja væl fyri eftir sigrar í fyrru fjórðingsfinalunum. Dortmund og PSG skulu royna at venda tí - dystirnir í kvøld byrja klokkan 20.

Barcelona vann 3-2 í París í fyrra dystinum og kann nú gera arbeiði liðugt á heimavølli (Mynd: EPA)

Barcelona vann 3-2 í París í fyrra dystinum og kann nú gera arbeiði liðugt á heimavølli (Mynd: EPA)

2024-04-16 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstu dagarnar verður greitt, hvørji fýra feløg skulu spæla í Champions League-hálvfinalunum.

Tað er tætt í øllum dystunum eftir fyrru fjórðingsfinalunar, men í teimum uppgerðunum sum verða avgjørdar í kvøld er fyrimunurin hjá sponsku feløgunum.

Champions League fjórðingsfinalur - seinnu dystirnir
Í dag, týsdagin 16.04 - klokkan 20

Borussia Dortmund - Atletico Madrid (1-2)

Barcelona - PSG (3-2)

Í morgin, mikudagin 17.04, spæla Manchester City og Real Madrid, og Bayern - Arsenal. Har er ávíkavist 3-3 og 2-2 eftir fyrru dystirnar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder