Nógv fokus er á spennandi Betrideildini í løtuni, og hesa vikuni eru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið avgjørdar. Tvey umfør í landskappingini skulu avgreiðast, áðrenn komið verður til landsliðssteðgin.
Tað er ein spennandi landsliðssteðgur fyri Føroyar, ið taka ímóti Spania og Norra í fyrstu heimadystunum í hesari undankappingini. Byrjanin uppá EM-undankappingina var einki serlig, tí Føroyar taptu 2-1 á Malta og síðani 4-1 í Rumenia.
Spania er ein av heilt stóru fótbóltstjóðunum í Evropa, og atgongumerkini til hendan dystin vórðu øll seld eftir fáum tímum. FSF upplýsir, at til dystin móti Noregi, sum verður tríggjar dagar seinni, eru áleið 200 atgongumerki eftir.
Spurningurin hvørjir koma at manna føroyska hópin verður svaraður týsdagin. Seinast vórðu 20 leikarar úttiknir. Sonni Ragnar Nattestad var ikki við, tí hann var ikki heilt komin fyri seg eftir skaða, og Jóan Símun Edmundsson fór út við skaða í upphitingini á Malta og spældi tískil ikki við í fyrstu dystunum. Toftamaðurin er tó komin fyri seg aftur, og verður uttan iva millum teir sum Lars Olsen og Jóannes Jakobsen taka út til dystirnar, sum verða 7. og 10. juni.
Stórur ivi er tó um Gunnar Nielsen, ið fyrr í hesum mánaðinum breyt hondina. Spurningurin er eisini, um fleiri nýggj nøvn koma í hópin, ið skal royna at skapa stór føroysk fótbóltsupplivilsi á Tórsvølli.
Hópurin verður avdúkaður á tíðindafundi týsmorgunin (28/5) klokkan 10.00 í FSF-húsinum.
Fótbóltur
Fyrstu heimadystirnir í EM-undankappingini nærkast
Útselt er til Føroyar - Spania um tvær vikur, men atgongumerki eru eftir til Føroyar - Norra; føroyski hópurin til dystirnar í juni verður úttikin týsdagin.
Tórsvøllur verður aftur karmur um undankappingardystir í juni (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-24 07:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald