Fótbóltur

Gary Lineker gevst í BBC

Ein dagføring á sosialu miðlunum er orsøk til at vældámdi sjónvarpsverturin ikki sleppur at halda fram.

Gary Lineker (Mynd: EPA)

Gary Lineker (Mynd: EPA)

2025-05-19 15:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi enska fótbóltsstjørnan, 64 ára gamli Gary Lineker, gevst nú sum sjónvarpsvertur hjá BBC eftir at hava verið eitt vældámt andlit á stóra bretska miðlastovninum í 25 ár.

Lineker er aftur komin í trupulleikar eftir at hann hevði eina dagføring á sosialum miðlum. Lineker hevur síðan sagt, at hann ikki var greiður yvir, at myndin kundi fatast sum verandi antisemitisk.

- Umdømið hjá BBC er nakað, ið rakar okkum øll. Tá onkur ger eitt mistak, so kostar tað okkum, segði Tim Davie, stjóri á BBC í undanfarnu viku.

Síðan hevur Lineker veri á fundið við leiðsluna í BBC, og í dag komu tíðindini um, at hann nú ikki longur er partur av bretska kringvarpinum.

Lineker var í 2023 útihýstur í BBC eitt skifti eftir at hann hevði ført fram nakrar umstrýddar útsøgnir um bretskan flóttafólkapolitikk.

Lineker hevur síðan 1999 verið vertur fyri fótbóltssendingini hjá BBC, “Match of the Day”. Í november kom fram, at Liniker skuldi gevast sum vertur í sendingini tá hetta kappingarárið er av, men tá varð eisini upplýst, at hann fór at halda fram í BBC til eftir HM-endaspælið í 2026. Men so verður ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder