Fótbóltur

Gattuso er fegin - blandaðar kenslur hjá Sormani

Portalurin fekk orðið á báðar italsku høvuðsvenjararnar á Tórsvølli í kvøld. Báðir róstu HB: - Teir góvu okkum trupulleikar allastaðni, sigur Gattuso. - Vit stýra dystinum væl, sigur Sormani.

- Eg vil eisini geva mínum málverja eitt herðaklapp. Hann hevur tvær stórar bjaringar, umframt at vit bjarga á mállinjuni. Um HB skorar uppá onkrar av sínum stóru møguleikum, so høvdu vit kanska verið meira raktir av nervum (Mynd: Tórir Photo)

- Eg vil eisini geva mínum málverja eitt herðaklapp. Hann hevur tvær stórar bjaringar, umframt at vit bjarga á mállinjuni. Um HB skorar uppá onkrar av sínum stóru møguleikum, so høvdu vit kanska verið meira raktir av nervum (Mynd: Tórir Photo)

2024-08-01 23:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri ógvuliga fegin

Hetta staðfesti Gennaro Gattuso beinanvegin, tá Portalurin á tíðindafundinum spurdi kenda italiumannin, um hann var nøgdur við sítt lið og úrslitið í kvøld: 0-0 á Tórsvølli.

Lið hansara er harvið víðari í Conference League, og høvuðsvenjarin hjá Hajduk Split noyddist eisini at rósa málverja sínum, Ivan Lucic. Gattuso viðurkennir, at tað kundi verið heilt tætt samanlagt: 

- Eg vil eisini geva mínum málverja eitt herðaklapp. Hann hevur tvær stórar bjaringar, umframt at vit bjarga á mállinjuni. Um HB skorar uppá onkrar av sínum stóru møguleikum, so høvdu vit kanska verið meira raktir av nervum, og man hevði ikki vita, hvat hevði hent.

[object Object]
Ivan Lucic í málinum varð dagsins maður hjá Hajduk Split. Her bjargar hann roynd frá Mohammes Samba fyri steðgin (Mynd: Tórir Mikkelsen)

Undn dystinum sló Gennaro Gattuso ógvuliga fast, at tað fór at verða trupult hjá Hajduk Split móti HB. Tað gjørdi tað eisini. Vit spurdu ídna venjaran, um hann kortini ikki var bilsin av, at dystarmyndin var, sum hon var, og eisini um HB serliga gav Hajduk trupulleikar á nakran heilt ávísan hátt

- Eg havi vitað í nakrar vikur, at hetta er eitt sterkt og ágrýtið lið, sum vit fóru at hitta. Havi sæð hvussu væl HB kunnu spæla, tá eg havi fyrireika meg og okkum. Eitt ágangandi lið, sum gav okkum trupulleikar allastaðni á vøllinum og stóran part av dystinum. Tí eri eg so glaður um úrslitið: Vit kundu skorað fleiri mál í fyrra hálvleiki á heimavølli, men HB kundi fingið í øllum førum okkurt í dag.

[object Object]
Teir báðir italsku venjararnir vóru ógvuliga virknir við síðulinjuna gjøgnum dystin. 4. dómarin fekk sítt, spælararnir sítt, og teir keglaðust eisini sínámillum

Sormani: - Stýra dystinum væl men hetta er ein lærdómur

Adolfo Sormani stóð við ógvuliga blandaðum kenslum eftir 0-0 javnleikin móti  Hajduk Split í kvøld. Kroatiska stórfelagið er víðari, og var avrikið í fyrra dystinum dýrt fyri HB, staðfestir høvuðsvenjarin.

- Sum eg segði við teg á tíðindafundinum í gjár, so var eg ógvuliga vónbrotin um fyrra dystin. Um vit høvdu spælt sum í kvøld í Kroatia, so høvdu vit møguliga verið komnir víðari.

- Hetta er ein lærdómur fyri okkum. Tá man hevur møguleikan í sínum hondum, so skal man trúgva uppá tað. Kanska eisini ein lærdómur til onnur lið í Føroyum, tí góðskan og inntenstieturin her er høg - serliga í dystinum millum tey fremstu føroysku liðini. 

HB og føroyskur fótbóltur kanska kunnu nýta hetta avrikið frameftir, og italski venjarin rósar sínum monnum - sum kanska bara vantaðu skarpleikan og royndirnar í kvøld:

- Vit stýrdu dystinum væl i kvøld, og vit brenna 3-4 heilt stórar málmøguleikar. Sjálvandi vantar okkum royndir. Vit hava ikki - sum Hajduk Split - spælarar við eini 500 dystum á heilt høgum stig. Men eg vil rósa mínum spælarum, sum spældu ein ógvuliga góðan dyst í kvøld, sigur Sormani at enda.

[object Object]- Kanska eisini ein lærdómur til onnur lið í Føroyum, tí góðskan og inntenstieturin her er høg - serliga í dystinum millum tey fremstu føroysku liðini (Mynd: Tórir Photo)

HB er nú liðugt í Evropa í 2024 og spælir aftur í Betrideildini sunnudagin 4. august. Tað er á heimavølli móti Skála.

UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
HB - Hajduk Split 0-0 (0-2 samanlagt)

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Ási Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljomur Davidsen (L), Ári Mohr Jónsson - Sammy Skytte, Ejvind Restorff Mouritsen, Hanus Sørensen - Mohammed Samba, Mikkel Dahl, Áki Samuelsen

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Leivur Guttesen, Emmanuel Duah, Noah Mneney

Sí eisini: Nógvur roykur - einki mál

Rættað og dagført: 00.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder