Eftir hálvan tíma í Split var 2-0, og vandin fyri stórtapi lúrdi hjá HB. Seinasti tímin var tó heilt toluligur í hitanum, men tað verður ein risauppgáva at loysa á Tórsvølli í morgin.
Høvuðsvenjarin hjá HB, Adolfo Sormani, segði við Portalin á dagsins tíðindafundi, at har er nógv at betra um frá fyrra dystinum.
- Vit kunnu spæla nógv betri enn hatta. Tað, sum spælararnir hjá okkum mugu skilja, er, at hetta er ein ógvuliga góður møguleiki; at vera við til slíkar dystir. Tað er neyðugt at tora og vera til reiðar at spæla. Hetta er galdandi í øllum pørtum av spælinum. Inntenstieturin hjá okkum skal vera nógv hægri enn í Kroatia.
Adolfo Sormani sigur, at tað eru onnur viðurskifti, sum eru galdandi, tá evropeiskir dystir eru. Tað er eisini eitt annað stig - tað vísa tølini eftir fyrra dystin eisini. Tó skulu vit vera vaksnir og til reiðar til uppgávuna, sigur royndi italiumaðurin.
Adolfo Sormani var greiður á tíðindafundinum: HB skal avrika nakað annað í seinna Conference League-dystinum móti Hadjuk Split (Mynd: Sverri Egholm)
- Tað er okkara ábyrgd, at áskoðanir geva okkum nakað. Hetta við okkara avriki, staðfestir Adolfo Sormani (Mynd: Sverri Egholm)
Hanus Sørensen upplivdi á egnan kropp, hvussu tað gekk í Kroatia. Hann er 100 prosent samdur í venjara sínum, at HB ikki rakti sítt ætlaði stig og spæl.
- Vánaligir fyrstu minuttir har vit ikki tora nóg væl. Blaka bóltin ov nógv burtur – næstan hvørja ferð vit fáa hann. Tað eydnast heldur ikki at trýsta teir nakað men verður tíbetur betri gjøgnum dystin, tá vit koma longur fram og skapa onkrar støður.
23-ára gamli landsliðsspælarin hevur roynt eitt sindur higartil. Hann staðfestir, at lið sum Hajduk Split bara eru á einari hægri hill:
- Tað er munur á individuellt: Allir spælararnir eru bara góðir. Har er til dømis eingin løtt 1 móti 1, og tað er eitt sindur sum at spæla á landsliðnum. Eingin kann slaka, tí so verða vit bara revsaðir. Tað sóu vit í Split.
Hanus Sørensen setur ferð á til upphitingina, meðan liðfelagir hyggja at (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: HB til reiðar at royna at knógva kroatunum
UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
20.00: HB - Hajduk Split (0-2)
Sí eisini: Veddingarfyritøkur trúgva ikki uppá Víking ella HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald