Fótbóltur

Veddingarfyritøkur trúgva ikki uppá Víking ella HB

Uppgávurnar hjá liðunum, ið hava staðið seg best í Føroyum í ár, eru risastórar. Bæði spæla heimadystin í morgin: Víkingur klokkan 19 og HB klokkan 20.

HB og Víkingur eru í FM-kapprenning og í hálvfinalunum í steypakappingini. Í annaðkvøld spæla tey seinna dyst í 2. umfari í Conference League. Mótbrekkan er tung (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB og Víkingur eru í FM-kapprenning og í hálvfinalunum í steypakappingini. Í annaðkvøld spæla tey seinna dyst í 2. umfari í Conference League. Mótbrekkan er tung (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-31 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB fekk frægasta útgangsstøði av føroysku liðunum í seinastu viku. Kravið í morgin er tó at vinna við tveimum málum á kroatiska stórfelagnum Hajduk Split fyri at hava nakran møguleika at koma víðari.

Flestu veddingarfyritøkurnar hava odds á 7.50 ella hægri á heimasigur, meðan sigur til liðið hjá Gennaro Gattuso á degnum liggur millum 1.30 og 1,40.

UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
20.00: HB - Hajduk Split (0-2)

Les eisini: Fínt avrik og fínt útgangsstøði hjá HB

Víkingur kom frammum í Belgia, men Gent vísti ógvuliga gott spæl í løtum og trýsti víkingarnar nógv. Tað endaði 4-1, og harvið skal oddaliðið í Betrideildini vera á odda við trimum málum eftir 90 minuttir, um møguleiki skal vera fyri at koma víðari.

Gent er stórfavorittur við til dystin ið Djúpumýru í morgin. Tað er eisini nógv mest sannlíkt, at belgiska liðið kemur víðari. Odds á útisigur liggja um 1,25 - um Víkingur vinnur á degnum, og man hevur sett pening á tað, gevur tað peningin átta ferðir ella meira aftur.

Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01.08
19 00: Víkingur - KAA Gent (1-4)

Les eisini: Gent nær við at geva Víkingi mønustingin

Meira tilfar úr legunum hjá liðunum seinni í dag og í morgin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder